PBC Logo

Um okkum

PBC varð sett á stovn í mars 2007.

PBC hevur verið partur í teimum mest avbjóðandi verkætlanunum í Føroyum seinnu árini.

Virkið er ráðgevandi verkfrøðingavirki, sum veitir ráðgeving innan hesi øki:

HVS-skipanir
Ventilatiónsskipanir
CTS-skipanir
Vatnveitingar og vatnreinsiverk
Kloakkleiðingar og kloakkreinsiverk
Fjarhitaskipanir
Sprinklaraskipanir
Køvigass-skipanir
Orkusparandi tiltøk
Neyðstreymsverk
Prosjekteringsleiðsla
Byggileiðsla

Felagið hevur sum aðalmál at gera eitt dygdargott arbeiði, har serligur dentur verður lagdur á, at tíðarætlan og kostnaðarætlan skulu halda

Stickynotes á eina talvu

Góðskustýring

Felagið hevur valt at nýta FRI-vegleiðing nr. 95/4 ”Vejledning i udarbejdelse af kvalitetshåndbog for rådgivende ingeniører” sum grundarlag fyri góðskutryggjan av øllum prosjektum, sum felagið letur úr hondum

Vinnulívsstryggingar

Í apríl mánað 2007 bleiv virkið upptikið sum limur í ”Foreningen af rådgivende ingeniører”, F.R.I.

Felagið hevur gjøgnum F.R.I. teknað "Rådgiver-/Erhvervsansvarforsikring" í danska tryggingarfelagnum, Tryg

Professionella ábyrgdartryggingin fevnir um perónsskaða fyri 25 mill. kr. og lutaskaða fyri 10 mill. kr.

Maður frammanfyri eina MacBook

Menningar-politikkur

Innan HVS-økið, eins og á øðrum økjum innan bygging, er ein støðug menning

Fyri at felagið alla tíðina, skal kunna bjóða seg fram til at loysa avbjóðandi verkætlanir, er neyðugt, at vitanin hjá hvørjum einstøkum starvsfólki er dagførd. Hetta kann gerast gjøgnum skeið, fyrilestrar, fakbløð, internet v.m. Leiðsla felagsins vil royna at eggja starvsfólkunum til at dagføra vitanina og bera so í bandi, at tann vitanin sum hvørt einstakt starvsfólk fær ígjøgnum skeið v.m. kemur hinum starvsfólkunum til góðar

Í orðaða menningar-politikkinum fyri felagið er fastlagt, at møguleiki er hjá hvørjum einstøkum starvsfólki at fara á viðkomandi skeið

KT-útgerð

Tá PBC byrjaði sítt virki, bleiv avgerð tikin um, at virkið skuldi útvega sær tey forrit og allan tann telduútbúnað, sum er neyðugur fyri at kunna reka eitt nýmótans ráðgevandi verkfrøðingavirki. Alt arbeiði á teknistovuni er talgilt. Øll telduútgerðin og forrit eru tískil dagførd

Tað er ein stór menning innan KT-økið, og tí setur virkið á hvørjum ári pening av, til endurnýggjan av telduútbúnaði og forritum, so hesi altíð eru dagførd

Skermur við forritskotu

KT-trygd

Øll skjøl verða goymd á sentralum servara

Felagið hevur útbúnað til neyðug trygdaravrit av servara

Skipanin tekur hvønn dag, avrit av øllum skjølum á servaranum. Trygdaravrit verður goymt bæði internt, eins og á tveimum støðum uttan fyri skrivstovuna

KT-veitarin kannar hesa trygdarskipan við jøvnum millumbilum